Responsive Menu
Add more content here...

Um okkum

PAM Offshore Service, ið er eitt dóttirfelag hjá MEST Shipyard, varð stovnað í 1998 við tí endamáli, at veita mekaniskar, elektriskar og sveisitænastur til oljuvinnuna.

Fyritøkan hevur fylgt við gongdini í vinnuni og er vaksin til at vit í dag eru umleið 100 fólk í Noregi fyri PAM Offshore Service. PAM hevur lagt seg eftir at vera ein álítandi samstarvsfelagi hjá teimum stóru fyritøkunum í vinnuni í Noregi. Vit hava havt samstarv við fleiri av okkara kundum í 10-20 ár. Okkara kundar hava hesar fyrimunir við at samstarva við PAM:

  • Smidleiki vit venda aftur við stuttum skotbrái

  • Royndir – vit hava starvsfólk við ymiskum royndum og førleikum

  • Ongar málsligar forðingar – vit tosa skandinaviskt og enskt

  • Ein vælvirkandi fyrisiting, sum stendur fyri øllum kunda-viðurskiftum, val av starvsfólkum og mobilisering/demobilisering
foFaroese