Responsive Menu
Add more content here...

Spennandi størv í Noregi og góða frítíð heima!

Vegna økt virksemi í frálandavinnuni í Noregi – Onshore – søkir PAM alsamt eftir elektrikarum. Talan er um støðugt arbeiði komandi árini.

Tín vangamynd

Tú hevur sveinabræv sum elektrikari. Sum persónur ert tú sinnaður at liva upp til okkara virðir, at vera álítandi, arbeiðssamur og trívast í ymiskum arbeiðsumhvørvum, sum broytast í mun til hvar í Noregi arbeiðið fer fram.
Tað er eitt krav, at tú hevur DSB góðkenning, og fyri at fáa hesa góðkenningina mást tú hava minst 1 ára arbeiðsroyndir. Hevur tú ikki hesa góðkenning ber til at fáa vegleiðing frá okkum um, hvussu hetta skal gerast.
 

Harumframt eru ávís krøv innan arbeiði í Noregi:

  • FSE, EX, AT/SJA (stutt skeið)
  • Fallsikrings- og Fyrstahjálparaprógv

Innan Offshore verður harumfarmt kravt grundleggjandi trygdarskeið (GSK) og heilsuváttan. 
PAM vegleiðir tær um hvussu ein fær hetta uppá pláss.

Meira at vita

Hevur tú spurningar til starvið, kann skrivast til aj@pam.fo ella pam@pam.fo
Tú kann senda tína umsókn við prógvum og CV á donskum ella enskum umvegis knøttin niðanfyri, og vit seta okkum í samband við teg.

Send umsókn

Trýst á knøttin niðanfyri fyri at senda inn umsókn við prógvum og CV.
foFaroese