

On & Offshore Tænastur
On & Offshore vinnan er í stórum vøkstri og setur stór krøv til okkum veitarar. At útvega starvsfólk við røttum førleikum og røttum hugburði er avgerandi fyri okkum á PAM Offshore Service. Okkara starvsfólk eru við til at tryggja at arbeiðið hjá okkara kundum hepnast væl.
PAM Offshore Service hevur vanliga millum 100 og 200 starvsfólk í norsku olju og orkuvinnuni. Vit eru altíð klár at loysa avbjóðingarnar hjá okkara kundum – og kunnu verða á staðnum við stuttum skotbrái.
PAM Offshore Service veitir arbeiðsmegi innan hesi øki:
- Elektrikarar
- Instrument rørleggjarar
- Elektrostál
- Sveisarar
- Verkfrøðingar og formenn