Spennandi skrivstovustarv í PAM Offshore Service toyminum

Veitingarnar av starvsfólki til on- & offshore er í stórum vøkstri, og tískil hava vit brúk fyri einum dugnaligum og tænastusinnaðum starvsfólki til skrivstovu okkara.

Tú verður ein lyklaleikari í okkara vøkstri, tá vit senda starvsfólk til frálandavinnuna, tí tú kemur m.a. at gera skrásetingar og fáa loyvir uppá pláss. Harumframt kemur tú at samskifta við starvsfólk, veitarar og altjóða kundar hjá okkum.

 

  • Starvið fevnir í høvuðsheitum um:
  • Skrásetingar av skeiðum við meira hjá starvsfólki
  • Samskifti við viðskiftafólk
  • Bókhaldsuppgávur
  • Lønir og tímaeftirlit
  • Sølufakturering

 

Vit bjóða eitt fjølbroytt arbeiðsumhvørvi, har trivnaðurin er góður. Starvsfólkini eru okkara týdningarmiklasta tilfeingi, tískil bjóða vit starvsfólkunum upplæring og menningarmøguleikar eftir tørvi.

 

Til starvið vænta vit av tær:

  • At tú hevur viðkomandi útbúgving ella royndir innan skrivstovuøkið
  • At tú hevur góðar KT førleikar
  • At tú ert ágrýtin og tænastusinnað/ur
  • At tú megnar at arbeiða sjálvstøðugt
  • Royndir innan bókhald og Business Central er ein fyrimunur, tó ikki eitt krav um tú hevur rætta hugburðin.

 

Ynskir tú at vita meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við dagliga leiðaran á PAM Offshore Service, Anju Jacobsen, tlf. 791139.

 

Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 23 mai 2022.

Umsókn við prógvum, CV og møguligum ummælum, skal latast inn umvegis leinkjuna her á síðuni.

 

 

 

PAM Offshore Service Mykinesgøta 5, FO-100 Tórshavn – www.pam.fo 

PAM Offshore Service P/F hevur til endamáls at veita starvsfólk til olju og gassídnaðin, so sum elektrikarar, sveisarar, instrumentrørleggjarar og verkfrøðingar, bæði On- & Offshore. Vit eru vanliga millum 75 og 100 fólk í starvi á PAM Offshore Service. PAM Offshore Service er ein partur av MEST samtakinum, sum fevnir um skipasmiðjurnar á Skála og í Tórshavn, framleiðsluverksmiðjuna í Runavík. Um 500 starvsfólk eru í starvi í MEST samtakinum, og kundar okkara eru bæði føroyskir og útlendskir. Sostatt er MEST eitt av størstu framleiðslufeløgunum í landinum.