Elektrikarar til frálanndavinnuna í Noregi

Spennandi størv í Noregi og góða frítíð heima!

 Vegna økt virksemi í frálandavinnuni í Noregi – Onshore – verður við hesum søkt eftir elektrikarum. Talan er um eina 14/21 rotatión og byrjar arbeiðið væntandi í februar 2022 – talan er um støðugt arbeiði tey næstu 2 árini.
 

Tín vangamynd

Tú hevur sveinabræv sum elektrikari. Sum persónur ert tú sinnaður at liva upp til okkara virðir, at vera álítandi, arbeiðssamur og trívast í ymiskum arbeiðsumhvørvum, sum broytast í mun til hvar í Noregi arbeiðið fer fram.
Tað er eitt krav, at tú hevur DSB góðkenning, og fyri at fáa hesa góðkenningina mást tú hava minst 1 ára arbeiðsroyndir. Hevur tú ikki hesa góðkenning ber til at fáa vegleiðing frá okkum um, hvussu hetta skal gerast.
Koronapass er eitt krav í dag, og væntandi verður tað tí eisini eitt krav í 2022
 

Meira at vita

Hevur tú spurningar til starvið, kann skrivast til aj@pam.fo
Umsókn við prógvum og CV á donskum ella enskum, skal skrásetast á okkara heimasíðu www.pam.fo undir “send umsókn”, og vit seta okkum í samband við teg.